Amnesty um deyðarevsing

Í sambandi við avrættingina av Saddam Hussein gjørdist deyðarevsing sera viðkomandi í føroyska samfelagskjakinum.

Serliga eftir at formaður sambandsfloksins úttalaði seg um, at hóast hann var ímóti deyðarevsing, hevði rættvísið sigrað í førinum Saddam Hussein. Margretha Nónklett vísir á, at hetta málið vísti øgiliga væl trupulleikan við deyðarevsing. Tað ber ikki til at vera ímóti deyðarevsing og so knappiliga legalisera, tað í ávísum førum, tí so gerst tað veruliga ein glíðibreyt.