Amnesty tiltak: Hvat er títt ynski fyri framtíðar Kina?

Í dag fer Amnesty International, Føroya deild, at savna undirskriftir á torginum í SMS um OL í Kina. Tá fært tú høvið at skriva títt ynski fyri framtíðar Kina. Í OL viðtøkunum stendur, at Olympisku Leikirnir skulu hava góða ávirkan á vertslandi. Sum nú er, sær støðan út til at vera øvug í Kina, tí mannarættindastøðan alsamt versnar. Tískil kunnu kinesisku myndugleikarnir ikki liva upp til lyftini um at betra mannarættindastøðuna, sum teir góvu, tá ið teir bjóðaðu seg fram sum vertur fyri OL.

Amnesty International vónar tó, at kinesisku myndugleikarnir náa at betra um mannarættindastøðuna fram til OL.

 

Við at luttaka í hesi heimsumfatandi undirskriftsinnsavning, kanst tú vera við til at minna kinesisku myndugleikarnar á lyftini um at betra mannarættindastøðuna. Tú kanst vera við til at vísa kinesisku myndugleikunum, at alheimssamfelagið eygleiðir teir.

 

Tiltakið byrjar klokkan 15.00 við, at John Johannesen, næstformaður í Løgtinginum, skrivar sítt ynski fyri framtíðar Kina.

 

Spurningar um tiltakið kunnu setast til Elinu Mortensen, samskipara, á tlf. 515816.