Í samband við at Amnesty setur sangskrivarakappingina í kvøld á Café Caspar, letur TUTL út fløguna ?Amnesty tónar? sum kom út í 1991, við løgum ið vóru
við í stóru sangskrivarakappingini tá Amnesty fylti 25 ár. Hettar er fyrstu ferð, at útgávan verður at fáa á fløga.
-Fleiri av løgunum hava livað í 3 áratíggju og eru enn líka viðkomin, upplýsandi og ótroyttaði, sigur Tutl í dag.
Ætlanin er, at útgeva eina nýggja fløgu við løgum, ið koma inn til kappingina, sum verður sett í kvøld, á sjálvum 50 ára føðingardegi Amnesty, ið verður 10. desember í ár.










