Amnesty nýggja nevnd

Amnesty Føroya Deild hevði aðalfund leygardagin. Forkvinnan seinastu tvey árini, Elin Mortensen, stillaði ikki upp aftur og í nevndina varð Bergur A. Dalsgarð valdur. Á aðalfundinum hjá Føroya deild, sum var í dag 2. apríl, stillaði forkvinnan seinastu tvey árini Elin Mortensen ikki upp aftur, eins og tiltakslimirnir Heiða Nolsøe og Birita Djurhuus eisini takkaðu fyri seg í hesum umfarinum. Nýggjur nevndarlimur er Bergur A. Dalsgarð, meðan Karin Haraldsson og Turið Teitsdóttir eru nýggir tiltakslimir.

Í nýggju nevndini fyri Amnesty International Føroya Deild sita sostatt hesi: Bergur A. Dalsgarð, Erling Isholm, Ernst Olsen, Eyðgerð Mørkøre og Margretha Nónklett. Karin Haraldsson og Turið Teitsdóttir eru tiltakslimir. Nevndin fer at skipa seg í næstum.

Eftir aðalfundin skipaði Amnesty fyri almennum tiltaki, har spurt varð: Er munu á at vera samkyntur í Jerusalem og í Føroyum?

Filmurin »City of Borders« hjá Yun Suh varð vístur.

Virðislønti filmurin snýr seg um ein bý, har kríggj og samanbrestir millum fólk við ymiskum uppruna, átrúnað og kynsligum samleika eru partar av gerandisdegnum.

Eftir filmin hugleiddi Halgir Winther Poulsen, løgfrøðingur, um rættarstøðuna hjá samkyntum og hjá pørum í skrásettum parlagi í Føroyum.

Síðani greiddi Katrin W. Bærentsen frá, hvussu hon upplivir at vera ung samkynt í Føroyum. Hon greiddi frá, at hon upplivir, at nógv í Føroyum góðtaka hana, sum hon er. Men hon dugdi ikki at síggja, at hon skuldi halda fram at búgva í Føroyum so leingi sum møguleiki ikki er fyri skrásettum parlagi fyri samnynt og at fáa børn.