<ST1:PERSONNAME Asfalt.<BR við samstarv í fari felagsins deild Føroya er sambandi hesum Í samtyktan. vápnaeftirlit altjóða um ST-sáttmála ein fáa at endamáls til hevur ið Arms, Control átakið ferð løtuni International w:st='"on"$?$end$!$</st1:PersonName$?$end$!$Amnesty'>Savna andlit
Control Arms átakið er øðrvísi enn onnur átøk, her vera andlitsmyndir savnaðar inn í staðin fyri undirskriftir. Ætlanin er, at í minsta lagi ein millión menniskju skulu vísa sítt andlit til frama fyri, at ST-sáttmálin verður samtyktur. 1500 av hesum andlitamyndum skulu koma úr Føroyum. Áður hevur Amnesty savnað myndir inn á konsert í Margarinfabrikkini og tá Norðoyartunnilin lat upp. Á asfalt fara umboð frá Amnesty at vera á staðnum og taka myndir.
Tvey um minuttin
Á hvørjum ári doyggja meira enn ein hálv millión menniskju orsakað av vápnum. Hetta svarar til eitt menniskja um minuttin. Líka nógv verða løstaði. Við øðrum orðum eru væntandi tvey fólk afturat komin álvarsliga til skaða orsakað av vápnum.
Vápnahandil uttan eftirlit
Útbreiðslan av hondvápnum er sera stór. Í løtuni eru 639 milliónir av hondvápnum í umferð í heiminum, og talið økist við átta milliónum á hvørjum ári. Samanborið við fólkatalið í heiminum er eitt vápn til hvørt tíggjunda menniskja.
Ímeðan altjóða samfelagið ger vart við tørvin á eftirliti við hópoyðingarvápnum, heldur lógliga sølan av vanligum vápnum fram. Fleiri og fleiri lond eru farin at framleiða vápn, men tey flestu ikki hava viljan at stýra nýtsluna av vápnunum.
Vinna nógvan pening
Tað er føstu limalondini í Trygdarráðnum hjá ST - USA, Stóra Bretland, Frankaríki, Russland og Kina, sum eiga størsta partin av altjóða vápnahandlinum, tey standa fyri ikki færri 88 prosentum av vápnaútflutninginum. Í tíðarskeiðinum 1998 til 2001 forvunnu USA, Stóra Bretland og Frankaríki meira pening uppá vápnasølu til menningarlond enn tey lótu í menningarhjálp.
Verandi altjóða ætlanir um vápnaeftirlit eru ikki nøktandi og verða sjálvdan handhevjaðar. Størstu veikleikarnir eru vantandi eftirlit við framleiðslu, sølu og skráseting av ognarviðurskiftum. Vápn koma lætt í skeivar hendur.
Avleiðingarnar av vantandi eftirlitinum við vápnahandli eru fátækradømi, dráp og meiðslan. Lætta atgongdin til hondvápn er somuleiðis við til at leingja um kríggj, skrivar Amnesty m.a.á heimasíðu síni. www.amnesty.fo. Eisini ber til at lesa meira um átakið á www.controlarms.org, og somuleiðis vísa sítt andlit har. Á hendan hátt luttekur tú í heimsins størsta visuella mótmælisátaki A Million Faces.










