Amnesty í Føroyum stuðlar samkyndum hjúnalagi

Amnesty International í Føroyum stuðlar ynskinum hjá LGBT í Føroyum um broytingar í hjúnarbandslógini.

 

Tað sigur Katrin á Neystabø, virkandi aðalskrivari í Amnesty í Føroyum, í eini fráboðan frá felagsskapinum í morgun.

 

- Eitt av aðalmálunum hjá Amnesty International er at stríðast ímóti mismuni. Hetta merkir, at mismunur skal ikki gerast á fólki uttan mun til ættarslag, húðalit, kyn, átrúnað, kynsligan samleika ella aðra støðu.

 

Hon vísir eisini til heimsyvirslýsingina hjá ST frá 1948 um mannarættindi, og har tað stendur: Menn og kvinnur, sum eru komin til lógaldurs, skulu uttan mun til ættarslag, tjóðskap ella átrúnað hava rætt til at giftast og setast í búgv. Tey hava krav um somu rættindi við gifting, í hjúnarlagnum og við hjúnaskilnað.“

 

Í fleiri áratíggju hevur Mannarættindanevndin hjá ST lagt dent á, at hesi rættindi fevna eisini um rættin hjá samkyndum, leggur hon afturat.

 

- Orsøkin til, at felagsskapurin arbeiðir við at verja støðuna hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum er, at milliónir av menniskjum kring heimin eru í vanda fyri at verða avrættað, fongslað, pínd ella fyri øðrum harðskapi vegna teirra kynsliga samleika.

 

virkandi aðalskrivarin vísir á, at Føroya Løgting hevur bundið seg til ásetingarnar í báðum hesum sáttmálum, og Amnesty International vil minna á, at Føroyar hava bundið seg til at at virða altjóða ásetingar um javnrættindi.

 

- Amnesty International Føroya deild stuðlar tí kravinum hjá LGBT Føroyum um at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at lógin, sum í dag bert umfatar mann og kvinnu, verður meira rúmlig og eisini umfatar tvey fólk av sama kyni, sigur Amnesty í Føroyum

 

- Henda broyting er eisini framd í flestu av okkara grannalondum, leggur felagsskapurin afturat.