Amnesty hevur arbeitt við fosturtøku í fleiri ár

Amnesty í Føroyum greiðir nú frá, hví tey vilja hava fría fosturtøku Føroyum – og hví deildir hjá Amnesty í hinum Norðurlondunum, eisini vilja tað

Turið Maria Jóhansdóttir er aðalskrivari í Amnesty í Føroyum. Myndin er frá Amnesty

Lógin um fosturtøku virðir ikki rættin hjá kvinnum í Føroyum - og tað gera vit vart við. Tað er niðurstøðan, nú Amnesty í Føroyum svarar atfinngingunum aftur um at tey leggja seg út í spurningin um fosturtøku í Føroyum. í Amnesty eru tey farin at samla undirskriftir við tí endamáli at leggja trýst á Sólvit E. Nolsø, landsstýrisman fyri at fáa hann at broyta lógina so at vit fáa fría fosturtøku í Føroyum. Samastundis hava eisini Amnesty-deildir í hinum norðurlondum eisini lagt seg út í málið.

 

Les meiri her: Sólvit skal ganga á odda fyri fríari fosturtøku í Føroyum

 

Hetta hevur elvt til nógvar atfinningar, eitt nú heldur sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, at her er Amnesty á skeivari kós.  

 

Les meiri her: Amnestu skaðar málið um fosturtøku í Føroyum

 

– Amnesty International er ein altjóða felagsskapur við fleiri enn 70 deildum og 10 milliónum limum kring allan heim, staðfestir Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty í Føroyum, nú tey svara atfinningunum aftur.

 

– Altjóða solidaritetur er eitt virðisgrundarlag hjá Amnesty International. At vísa samhuga við fólki og at heita á stjórnir hevur altíð verið ein partur av tí, ið Amnesty ger fyri at varpa ljós á mannarættindabrot, leggja tey afturat.

Tey siga, at síðani Amnesty International Føroyar varð stovnað miðskeiðis í 1960’unum, hava føroyingar, í hópatali, skrivað fyri fólki og til stjórnir úti í heimi. Og vit skriva enn. Hvønn mánað skriva fleiri hundrað føroyingar undir áheitanarskriv til stjórnir, ið ikki virða mannarættindi.

– Hetta var júst tað, vit gjørdu, tá ið vit í apríl heittu á føroyingar um at skriva undir áheitanarskriv til danska løgmálaráðharran fyri at mótmæla viðferðini, etniskir minnilutamenn fingu, og tá ið vit heittu á russiskar myndugleikar um at lata eina unga kvinnu leysa, eftir at hon  varð fongslað fyri at mótmæla krígnum í Ukraina.

 

Og nú í august hava vit eisini samla undirskriftir fyri at heita á kongin í Saudiarabia um at lata eina mammu at tveimum børnum leysa, eftir at hon varð dømd fyri at hava eina viðmerking um kvinnurættindi á sosialu miðlunum.

 

Og nú heita tey í Amnesty í Føroyum á fólk um at skriva undir fyri at krevja, at tær kvinnur í Føroyum, sum vilja hava fosturtøku, eisini kunnu fáa tað. Tað gera hinar norðurlendsku deildirnar í Amnesty eisini og summar eru longu byrjaðar, og aðrar byrja í næstum.

Amnesty í Føroyum sigur, at serliga eftir at hægstirættur í USA nú hevur kolldømt rættin til fosturtøku, hava vit sæð, hvussu stóran samhuga og stuðul, kvinnur fáa kring heimin har tey ikki hava rættindi at taka avgerð um egna nøring. Hendan áhuga og hendan stuðul hava føroyskar kvinnur eisini merkt.

Amnesty International, og Amnesty deildir, hava í fleiri ár arbeitt við málum, ið snúgva seg um fosturtøku. Alt arbeiðið sum Amnesty International ger, er grundað á altjóða mannarættindi, og har verður rætturin til fosturtøku eisini staðfestir. Tey siga, at í Amnesty International eru tey sannførd um, at kvinnur hava rætt at taka avgerðir um egnan kropp, nøring og framtíð. Tí halda tey, at tað er ein stórur trupulleiki, at kvinnur í Føroyum ikki hava hava rætt til fría fosturtøku.

 

– Tað er ikki bara Amnesty International Føroyar, sum heldur tað, sigur Amnesty. Tey víss á, at í fjør fingu Føroyar atfinningar frá nevndini, sum hevur kvinnurættindasáttmálan hjá ST um hendi. Teirra niðurstøða er, at av tí at vit ikki loyva kvinnum møguleikan at fáa fosturtøku, virða vit ikki teirra rættindi.

– Amnesty International hevur ikki vald at gera av, hvør lóggávan í nøkrum landi er. Tað vit kunnu gera, og tað vit gera, er at varpa ljós á mannarættindabrot, sigur Amnesty í Føroyum.

 

Tey vísa á, at fosturtøkulógin í Føroyum virðir ikki rættindini hjá kvinnum. Sjálvandi vísur umheimurin hesum ans, eins og vit gera hvønn mánað, tá ið vit í Amnesty International Føroyum mótmæla mannarættindabrotum í øðrum londum, sigur Amnesty í Føroyum.

 

Turið Maria Jóhansdóttir er aðalskrivari í Amnesty í Føroyum. Myndin er frá Amnesty