Í einari nýggjari frágreiðing leggur mannarættindafelagsskapurin Amnesty International leiðsluna í Kina undir at kúga sakførarar, sum medvirka í málum, sum eru viðbrekin politiskt. Felagsskapurin sigur, at sakførararnir kunnu missa arbeiðið ella enda í varðhaldi, og summir hvørva.
Amnesty International skrivar í frágreiðingini, at teir kinesisku myndugleikarnir hava hert framferðina ímóti sakførarum teir seinastu mánaðirnar fyri at teppa tey, sum krevja politiskar nýskipanir sum tær í Norðurafrika og Miðeystri.
Martin Patience, sum er tíðindamaður hjá BBC í Beijing, sigur, at enn hava myndugleikarnir ikki svarað ákærunum frá AI, sum millum annað ger nógv burtur úr kinesiska mannarættindasakføraranum Gao Zhisheng (myndin), sum hvarv fyri meiri enn einum ári síðani.