Á aðalfundinum tann 4. juni varð nýggj nevnd vald í Amnesty International Føroyar.
Nývalda nevndin hevur nú havt sín fyrsta nevndarfund, har tey skipaðu nevndina soleiðis:
Turið Maria Jóhansdóttir er forkvinna. Hon tekur yvir eftir Eyðgerð Mørkøre Kruse, ið var forkvinna áðrenn. Hini í nevndini eru: Regin Berg, næstformaður, Barbara Jacobsen, kassameistari, Eyðgerð Mørkøre, nevndarlimur, Annika P. Malunardóttir, nevndarlimur, Milia Egilsnes, tiltakslimur, og Dánjal Hátún Augustinussen, tiltakslimur.