Fleiri enn 600 áskoðarar vóru til dystin millum samgonguna og andstøðuna, sum Amnesty International skipaði fyri í Gundadali fríggjadagin.
Forkvinnan í Amnesty í Føroyum, Annika Sølvará, sigur, at tey eru sera væl nøgd við tiltakið. Stóra áskoðarafjøldin gav oman fyri 25.000 krónur í kassan, og tað eru tey í Amnesty sera fegin um. Annika Sølvará sigur, at tiltakið eydnaðist væl, og tað var heppið, at veðrið var teimum til vildar.
Felagskapurin hevur eisini ætlanir um at selja dystarbóltin til hægstbjóðandi. Tað er so, at allir leikararnir í dystinum umframt dómarin skrivaðu sítt navn á bóltin, og nú er ætlanin, at hann skal seljast á heimasíðuni hjá Amnesty International Føroyadeild til hægstbjóðandi.