Sosialurin.fo
Amnesty International Føroya deild hevði ársaðalfund 21. apríl 2007. Tríggir
nevndarlimir, harímillum forkvinnan Annika Sølvará, stóðu fyri vali.
Annika Sølvará, sum hevur verið forkvinna í Føroya deild í seks ár, og Jette
Hoydal, sum hevur verið nevndarlimur í nógv ár og næstforkvinna seinasta
árið, stillaðu ikki upp aftur. Áki Johansen, ið var næstformaður eitt
tíðarskeið, tók seg úr nevndini í úrtíð og tí skuldi ein nevndarlimur
veljast fyri hann. Beinta Wilhelmsen og Nanna Jürgens, tiltakslimir, stóðu
somuleiðis fyri vali, men av tí at báðar eru farnar uttanlands í
lestarørindum, stillaði hvørgin teirra upp aftur.
Erling Isholm játtaði at stilla uppaftur, og hann varð afturvaldur.
Harafturat stillaðu Dorte Petersen, Firouz Gaini og Carl August Arge upp, og
tey vórðu vald. Birita Ludvigsdóttir og Unn Poulsen vóru valdar
tiltakslimir. Katarina Petersen, nevndarlimur, stóð ikki fyri vali.
Nýggja nevndin hittast á fundi 30. apríl og hevur skipað seg soleiðis:
Firouz Gaini, formaður, Katarina Petersen, næstforkvinna, Erling Isholm,
kassameistari, Dorthe Pedersen og Carl August Arge, nevndarlimir.
Tiltakslimir eru Unn Poulsen og Birita Ludvíksdóttir.
Nevndin fer á komandi fundi at leggja ætlanir fyri virksemi hjá Føroya
deild. Arbeiðið hjá nevndini verður í ár merkt av nógvum altjóða
fundarvirksemi, har ímillum altjóða aðalfundinum hjá Amnesty International,
sum verður hildin í Meksiko í august. Her luttaka trý umboð úr Føroya deild.
Til ber at lesa meira um virksemi hjá Amnesty International Føroya deild á
www.amnesty.fo