Amnesty: Føroyar kunnu enda í Svørtubók

- Vit sleppa ikki málinum, fyrr enn løgtingið broytir revsilógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika, sigur Margretha Nónklett, samskipari hjá Amnesty International, Føroya Deild. Hon óttast fyri, at Føroyar enda í ársfrágreiðingini hjá Amnesty, um ikki lógin verður broytt

Føroyadeildin hjá Amnesty International leggur nú trýst á løgmann og politisku flokkarnar fyri at fáa tey samkyndu vard í mannamunsgreinini í revsilógini. Felagsskapurin hevur sent løgmanni og politisku flokkunum eitt bræv, har harmast verður stórliga, at Løgtingið í vetur feldi uppskotið um at broyta revsilógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika.
- Vit gera alt, sum vit kunnu, fyri at ávirka politisku skipanina, so tey samkyndu kunnu vera vard í revsilógini, eins og tey eru tað í grannalondum okkara, sigur Margretha Nónklett, samskipari hjá Føroyadeildini hjá Amnesty International.
Hon sigur seg fegnast um, at løgmaður hevur sagt sína hugsan um málið, men hon heitir samstundis á løgmann um meira aktivt at heita á tingmenn um at atkvøða fyri uppskotinum, sum tjóðveldistingmenn hava lagt fyri løgtinginum.

Kunnu enda í svørtu bók
Føroyadeild vil gera alt fyri, at Føroyar ikki enda í ársfrágreiðingini hjá Amnesty International. Hendan ársfrágreiðingin kann sammetast við eina svørtu bók, har víst verður á tey lond, har mannarættindaviðurskiftini ikki eru í lagi.
- Tað hevði verið sera óheppið og ein stór skomm fyri Føroyar. Í ringasta føri kann tað oyðileggja føroyska umdømið, metir samskiparin hjá Amnesty International.
Margretha Nónklett vísir á eitt líknandi dømi, har Pólland endaði í nýggjastu ársfrágreiðingini, har tað er eitt líknandi rák, sum er í Føroyum. Pólland bannar samkyndum at hava skrúðgongur. Eitt annað dømi er Danmark, sum endaði í frágreiðingini í sambandi við isolatiónsfongsling, har kritikkurin snúði seg um ovurnýtslu av langtíðar avbyrgingum. Fólk sótu ov leingi avbyrgd, varð mett. Tað bleiv eitt ramaskríggj í Danmark, og tað endaði við, at viðurskiftini vórðu bøtt.

Sleppa ikki málinum
Samskiparin hjá Amnesty International í Føroyum vónar, at politikarar atkvøða fyri uppskotinum, men gongur hetta ikki, so gevst felagsskapurin ikki so.
- Vit sleppa ikki málinum, fyrr enn løgtingið broytir revsilógina, so at hon eisini fevnir um kynsligan samleika. Verður tað ikki meiriluti fyri at broyta lógina, so mugu vit umhugsa, hvat vit skulu gera, sigur Margretha Nónklett, ið ikki avvísir, at tað kann enda við einum altjóða trýsti frá hinum deildunum í Amnesty International.
Í ringasta føri enda Føroyar enda í svørtu bók hjá Amnesty, men hetta er hvørki nakað, sum samskiparin vónar ella væntar.