Amnesty broytir navn og nevnd

Á aðalfundi hjá Amnesty International Føroyar 27.apríl varð avgerð tikin um at broyta navn frá Amnesty International Føroya Deild, til Amnesty International Føroyar. Nýggja navnið er meira heilstoypt, og samstundis samvarar tað betri við nøvnini á hinum deildunum í altjóða felagsskapinum. Nevnd og skrivstova fegnast um nýggja snøgga navnið, skrivar Amnesty í tíðindaskrivi.

 

 

Á fundinum varð nýggj nevnd vald, og hon hevur skipað seg soleiðis:

Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna,

Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð, næstformaður,

Barbara Jacobsen, kassameistari,

Bárður Ísheim, nevndarlimur,

Gunnvá Gaard, nevndarlimur,

Bjørk S. Lamhauge, tiltakslimur,

Róar Mørkøre Hansen, tiltakslimur

 

 

Arbeiðið hjá Amnesty verður skipað soleiðis, at ein sjálvboðin nevnd hevur evstu ábyrgd og setur út í kortið ætlanir fyri, hvat deildin skal arbeiða við. Hetta arbeiði byggir á eina størri altjóða ætlan, sum allur felagsskapurin leggur annaðhvørt ár á altjóða aðalfundi. Næstu tíðina eitur høvuðsátakið Flóttafólk og Menniskjarættindaverjar.

 

 

-Fólk, sum verja menniskjarættindi eru nógv útsett í heiminum í dag, og tískil er tað eins týdningarmikið og nakrantíð at verja menniskjarættindi í hesum døgum, eisini í Føroyum, sigur Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna.

 

 

Felagsskapurin fer eisini at arbeiða við øðrum evnum, sum til dømis framhaldi av Samtykki átakinum saman við Føroya Politi, Sig frá og Fólkaheilsuráðnum, sigur Amnesti International Føroyar.