Amnesty barnatiltak í Norðurlandahúsinum

Tíðindaskriv

Amnesty í Føroyum skipar fyri barnakonsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin 19. november kl. 16. Á skránni eru Kular Røtur úr Klaksvík og kór við 4. A og B úr Venjingarskúlanum. Í forhøllini fer barnabólkurin at hava eina framsýning fyri børn um børn. Her fáa fólk møguleika at kunna seg eitt sindur um arbeiðið hjá Amnesty. Eisini ber til at senda áheitanir til ríkisleiðarar um at steðga píning.

Tiltakið verður fyriskipað í sambandi við, at 20. november er altjóða barnarættindadagur. Felagið ynskir at nýta høvið at lýsa støðuna hjá børnum aðrastaðni í heiminum, og vísa hvussu vit kunnu hjálpa teimum, ið ikki hava tað so gott, sum vit í Føroyum.

Forsølan av atgongumerkjum byrjar í Kunningarstovuni og í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Kostnaðurin er 80 kr. Íroknað er okkurt at leska sær við, sum MBM letur. Alt arbeiðið verður gjørt sjálvboðið. Vinningurin fer óskerdur til arbeiðið hjá Amnesty í Føroyum.


Amnesty International Føroya Deild