Anja Johannesen, sum er ættað norðan eftir, ringdi úr Vági, tá hon fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum.
Høvuðsvinningurin var á 170.000 krónur.
Hon hevði møguleikan at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar. Men, hon tóktist ikki vera í iva og segði, at hon vildi hava alt í ein leyp.
Bláa leypin, segði hon.
Og longu í fyrstu royndini segði tað bara "pling".
Hjólið mól rímiliga leingi, og tá tú móti endanum sást bláa leypin seinastu ferð snúgva sær framvið, hugsaði tú, at hetta fer at vera nær við hjá Anju Johannesen.
Og so varð!
Hjólið steðgaði so beint á bláa leypinum, og Anja Johannesen gjørdist 170.000 skattafríar krónur ríkari í kvøld.
- Deiligt, hetta hevði eg ikki roknað við, segði ein sera fegin kvinna við gekka-vertin, sum í kvøld var Petrina Berg á Lag.