Deyðarevsing
Árni Joensen:
Myndugleikarnir í Nigeria siga nú, at teir fara ikki at góðtaka, at tann 31 ára gamla Amina Lawal verður steinað til deyða. Ein dómstólur hevur dømt kvinnuna til deyða, tí hon fekk eitt barn uttan fyri hjúnarlag, og eftir dóminum skal hon steinast til deyða.
Dómurin vakti ans um allan heim, og nigerisku myndugleikarnir hava fingið ein hóp av mótmælum frá politiskum leiðarum, mannarættindafelagsskapum og einstaklingum. Í nógvum londum vórðu undirskrivtir savnaðar ímóti deyðadóminum. Eisini nógvir føroyingar skrivaðu undir eitt tílíkt mótmæli.
Nú er so líkt til, at tey nógvu mótmælini hava havt sína ávirkan, tí í gjár segði nigeriski varauttanríkisráðharrin, Dubem Onyia, at stjórnin fer ikki at loyva, at Amina Lawal verður steinað til deyða.
Eygleiðarar halda, at avgerðin hjá nigerisku myndugleikunum hevur samband við vakurleikakappingina Miss World, sum verður í Nigeria tann 7. desember. Frakland, Kanada, Noreg, Belgia, Kenya og Fílabeinsstrondin hava boðað frá, at tey fara ikki at senda síni umboð til kappingina sum mótmæli ímóti deyðadóminum ímóti Aminu Lawal.
Sambært fyrireikarunum hava tey seks londini lovað at broyta avgerðina, verður deyðadómurin settur úr gildi.










