Stórskemtarin, TV-verturin, tónleikarin, standup-komikarin, tað eru nøkur av heitunum, sum Amin Jensen kann breggja sær av. Øll í Føroyum munnu eisini kenna hann frá Sjónvarpsendingini »Hit med sangen«, ein sera væl-umtøkt sendirøð sum bleiv send í fjør.
Hesin stuttligi stóri og prúði maðurin hevur í longri tíð ferðast i Danmark við einum sera skemtiligum standup-showi og nú gongur leiðin so til Føroyar, har hann og ein pianistur fara at undirhalda í høllini á Nabb Ólavsøkudag tann 29. juli kl 21:00.
Fyrireikararnir siga, at tað verður gjørt nógv burturúr, so at pallurin, ljóðið og ljósið skal vera so gott sum til ber.
Tiltakið er í góðar tveir tímar frá kl.21 til 23:00. Tað er stuðulsfelagið hjá Róðrarfe-lagnum Knørri, sum skipar fyri tiltakinum.










