Framførslan í Norðurlandahúsinum verður sum ætlað klokkan 18 Framførslan hjá Amin Jensen í Norðulandahúsinum í kvøld klokkan 18, verður tann seinasta í tí røð av framførslum, sum danski stórskemtarin hevur havt kring kongaríkið.
Framførslan ella ?showið? verður nevnt ?Fyrre, fit og fattig? og hevur fingið gjøgnumgangandi góð ummæli í donsku miðlunum.
Amin Jensen lendi vesturi í Vágum fyri løtu síðani, men framførslan verður kortini til ásettu tíðina. Michael Staun fer eisini at framføra sum upphiting til høvuðsframførsluna hjá Amin Jensen.
Tey seinastu atgongumerkini verða seld við dyrnar.










