Maðurin var ákærdur fyri at hava havt 20,55 gramm av amfetamin heima hjá sær sjálvum, umframt at løgreglan eisini hevði lagt hald á pappír, ið varð nýtt at blanda hassj á.
Aftrat tí hevði løgreglan funnið 3,2 gramm av amfetamin í einum bili, sum ákærdi maðurin varð handtikin í tann 9. mai í fjør. Hetta segði maðurin seg einki kenna til, og somuleiðis avvísti hann, at løgreglan hevði lagt hald á nakað pappír heima hjá honum, sum var brúkt til at blanda hassj á.
Hann viðgekk tó, at hann hevði 20,55 gramm av amfetamini heima hjá sær. Hetta hevði hann krógvað aftanfyri eitt bílæt á vegginum, men løgreglan fann tað, tá teir gjørdu húsarannsókn har maðurin búði.
Fullur tá hann keypti
Maðurin greiddi frá, at vikuna eftir at tunnilin læt upp hevði verið í Havn og keypt amfetamini. Upprunaliga ætlaði hann at fáa fatur á hassji, men tað riggaði ikki. Ístaðin fekk hann bjóðað at keypa 20 gramm av amfetamin fyri 8000 krónur. Maðurin greiddi frá, at hann var sera drukkin og tí keypti hann tað. Undir viðgerðini av málinum vísti hann fleiri ferðir á, at hann ikki nýtti hørð rúsevnir, og tí undir vanligum umstøðum ikki hevði keypt amfetamini.
Maðurin viðgekk, at hann hevði nýtt hassj javnan síðani hann var 18 ára gamal. At hann somuleiðis hevði roynt hørð rúsevni, men at hetta ikki var nakað fyri hann. Tí var einasta frágreiðingin uppá, hví hann hevði keypt amfetamini var, at hann var fullur.
Ákærdi maðurin segði, at hann ongantíð hevði selt ella ætlaði at selja hvørki hassj ella nøkur onnur rúsevni.
Tvær ákærur fullu burtur
Amfetamini, løgreglan fann heima hjá manninum, var í tveimum lítlum posum og fjalt handan tvey bíløt, ið hingu á vegginum. Maðurin hevði onga frágreiðing uppá, hví hann ikki hevði beint fyri amfetamininum, tá hann ikki nýtti tílík rúsevnir sjálvur og heldur ikki hevði í hyggju at selja tað.
Ákærin valdi at síggja burtur frá ákærunum um 3,2 av amfetamin í bilinum og ákærunum um pappíri at blanda hassj á. Men fyri tey 20,55 grammini av amfetamini kravdi ákærin, at maðurin fekk minst tríggjar dagar treytaleysa fongsulsrevsing.
Verjin metti hinvegin, at grundarlag var ikki fyri meiri enn 60 fongsul.
Dómarin tók tó onga avgerð í dag, men útsetti dómin til 14. februar.










