Amerikonsk virðisbrøv á hægsta stigi í eitt ár

Amerikanski virðisbrævamarknaðurin byrjar vikuna á einum stigi, ið ikki er sætt hægri í eitt ár.

Okkurt bendir á, at amerikanski viðrisbrævamarknaðurin er jaliga sinnaður undan eini nýggjari tíð við partsroknskapum.

Dow Jones vaks við 37 stigum, svarandi til 0,4 prosent, til indeks 9900. S&P 500 fór 0,3 stig fram og Nasdaq byrjaði vikuna við einum vøkstri á hálvt prosent. Tá mánadagurin ikki bjóðar nøkur amerikansk lyklatøl, meinir mann, at menningin skal síggjast í ljósinum á eini spírandi optimismu í samband við teir kvartalsroknskapir, sum skjótt fara at streyma út úr amerikansku fyritøkunum. Tað skrivar danska heimasíðan, epn.dk.

Roknskapirnir verða mettir upp á eginleikan hjá fyritøkuni at vinna pening, metir cheføkonomur Peter Cardillo frá Avalon Partners til CNN Money.

- Tað snýr seg um at vinna pening, sigur hann og meinar, at handlarnir á Wall Street í løtuni henda út frá fortreytini at »tað ringasta er av«