Richard Marx, sum hevur gjørt løg sum Right Here Waiting og Endless Summer Nights, sigur við danska BT, at hann er stórur fjeppari av Teiti. Sum so nógv onnur, fall Richard Marx fyri lagnum Josephine.
- Eg fekk ikki sangin hjá Teiti úr høvdinum aftur. Sangurin er bæði egin og fittur. Eg skrivaði tekstin og googlaði heitið og soleiðis fann eg Teitur ? eitt risa stórt talent, sigur Richard Marx við bt.dk.
BT hevur eisini spurt Richard Marx, hvørjar fimm sangir hann hevði ynskt, at hann sjálvur hevði gjørt. Richard Marx nevnir Red Rain hjá Peter Gabriel, Still Crazy After All These Years hjá Paul Simon, After The Love Has Gone hjá Earth Wind and Fire og so Josephine hjá Teiti. Hvat fimta lagið er, stendur einki um í greinini, men tað er kortini ikki einasta mistakið í greinini, sum eitur »US-superstjerne vild med danske Teitur«.
Ikki einaferð stendur, at Teitur er føroyingur, men tríggjar ferðir skrivar bt.dk, at Teitur er dani. Richard Marx, sum hevur selt omanfyri 30 milliónir fløgur, spældi fyri kortum í Danmark og tað var tá, at BT tosaði við amerikonsku heimsstjørnuna.