Amerikonsk partabrøv fella nóg í virði

Amerikanski partabrævamarknaðurin heldur fram við síni afturgongd, har eitt leiðandi partabrævavísitalið fall við umleið 4,7 prosentum.

Mynd: I-Hwa Cheng/AFP/Ritzau Scanpix

S&P 500 vísitalið, sum fevnir um tey størstu amerikansku partabrøvini, fall við umleið 4,7 prosentum, eftir at marknaðurin lat upp mánadagin, sambært BBC.

Kursfallið kemur eftir fleiri dagar við afturgongd á amerikanska partabrævamarknaðinum.

Í dag sær sum heild út til at vera ein alheims afturgongd á partabrævamarknaðinum, har bæði evropeiski og asiatiski marknaðurin, umframt USA, uppliva munandi kursfall.

Eftir at virðisbrævamarknaðurin í Frankfurt læt upp klokkan 9, fall fremsta týska DAX-vísitalið við næstan tíggju prosentum.

Ein líknandi afturgongd sást á keypsskálanum í Keypmannahavn, har C25-vísitalið var lækkað við 7,3 prosentum eftir fyrstu fimm minuttirnar av handlinum.

Dagsins príslækkingarnar í Evropa og USA kom eftir eina nátt við stórum falli á partabrævamarknaðunum í Asia. Her lækkaðu fremstu partabrævavísitølini í Japan, Kina og Suðurkorea við millum 4,8 og 8 prosentum.

Roknað varð frammanundan við, at partabrævamarknaðirnir fóru at verða merktir av stórum afturgongdum í dag, sum úrslit av, at Kina fríggjadagin boðaði frá einum týðandi svari til USA og hækkaða tollin hjá Donald Trump, forseta, á vørur úr fleiri londum.

Kina fer í framtíðini at seta 34 prosent av tolli á vørur úr USA.

 

/Ritzau/

 

 

Mynd: I-Hwa Cheng/AFP/Ritzau Scanpix