Washington Mutual megnaði ikki at standa ímóti trýstinum og er yvirtikin og seldur Við 43.000 starvsfólkum og meiri enn 2.200 deildum er Washington Mutual ein av teimum heilt stóru bankunum í USA.
Ella rættari sagt var.
Tí nú hava amerikonsku myndugleikarnir yvirtikið bankan, og meginpartin hava teir selt stórbankanum JP Morgan. Sambært einum talsmanni hjá JP Morgan hevur bankin yvirtikið tað mesta av Washington Mutual fyri lítið og einki.