Tann 26. juli kemur amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, aftur til Føroyar. Tað er landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, sum er vertur fyri vitjanini og við sær á hevur Rufus Gifford eisini maka, ella mann sín, Stephen DeVincent.
Á vitjanini fer sendiharrin at hava fundir við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, umframt við landsstýrismannin í fiskivinnumálum og Ríkisumboðið, boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá beint nú.
Evni á fundunum verða ymisk mál av felags áhuga millum Føroyar og amerikanska samveldið, herundir handils- og vinnusamstarv.
Sendiharrin fer at luttaka á ymsum tiltøkum í sambandi við ólavsøkuna. Eitt tiltak, sum hevur verið afturvenandi á ólavsøku, er Faroe Pride skrúðgongan tann 27. juli, har samkynd standa á odda fyri skrúðgongu og stórum tiltaki.
Og eitt av tiltøkunum, amerikanski sendiharrin fer at vera við í á ólavsøku, er Faroe Pride skrúðgongan, og tað verður eisini hann, sum fer at seta skrúðgonguna í ár.