Ein skottilburður í Alexandria, sum liggur í statinum Virgina, USA, hevði við sær, at ein av leiðslulimunum hjá Republikanska flokkinum í Kongressini, John Scalise, var skotin og bleiv koyrdur á sjúkrahús. Tveir løgreglumenn blivu eisini skotnir.
Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar í dag.
Tann, ið framdi álopið, byrjaði at skjóta frá hond móti politikkarunum, men bleiv tikin áðrenn nakar lat lív. Hann er nú í varðhaldi.
Skottilburðurin hendi meðan fleiri limir í Kongressini vandu baseball.