Japanska reiðaríið, sum eigur farmaskipið, váttaði í nátt tilburðin, og tað sama gjørdi ein talsmaður fyri 5. amerikanska herflotan, sum hevur støð í Bahrein.
- Vit hava havt ein tilburð í nátt við einum av okkara kavbátum og einum japonskum skipi, segði kommandørurin Kevin Aandahl.
Talsmaðurin hjá Pentagon, Todd Vician, segði við CNN í morgun, at eingin mansskaði var, og at hvørki kavbáturin ella farmaskipið fingu stórvegis skaða.
Sambært talsmanninum hjá Pentagon var samanstoyturin sunnan fyri Hormuz-sundið, sum er ímillum Arabiska Havið og Persaflógvan. Hormuz-sundið hevur sera stóran týdning, tí umleið 20 prosent av allari olju í heiminum verður flutt ígjøgnum sundið.
Hetta er ikki tann fyrsti samanstoyturin millum ein amerikanskan kavbát og eitt japanskt skip. Fyri fimm árum síðani sigldi ein amerikanskur kavbátur á eitt japanskt fiskiskip. Allir níggju umborð á japanska skipinum doyðu, og amerikanarar vóru fyri hvøssum atfinningum, tí herflotin drálaði leingi við at biðja tey avvarðandi um umbering fyri vanlukkuna.