Hetta skrivar almenna russiska tíðindastovan RIA.
34 ára gamli Black varð dømdur fyri at hava stolið 113 dollarar, sum svara til umleið 510 krónur, frá unnustuni og hótt við at drepa hana.
Gordon Black arbeiddi sum sersjantur hjá amerikanska herinum, tá hann 2. mai varð varðhaldsfongslaður í býnum Vladivostok í eystara parti av Russlandi. Tað hendi eftir kjak við unnustuna, Alexandra Vashchuk, sum hann hevði hitt í Suðurkorea.
Hann noktar seg sekan í skuldsetingini um hóttanir, men viðgongur, at hann lutvíst er sekur í at hava stolið pengarnar - men av neyð, stendur í fráboðanini.
/ritzau/Reuters