Ein amerikanskur hermaður er skuldsettur fyri at hava dripið trý sivilfólk í Afghanistan. Fýra aðrir hermenn vóru uppi í málinum, men teir eru ikki skuldsettir, sigur ein talskvinna fyri amerikonsku herleiðsluna.
Tann 22 ára gamli hermaðurin varð formliga skuldsettur fríggjadagin. Talskvinnan sigur, at maðurin er skuldsettur í sambandi við tríggjar tilburðir í Kandahar-økinum fyrr í ár, men einki verður sagt um, hvørji tey trý sivilfólkini vóru, ella hvussu tey doyðu.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at tann skuldsetti er hermaður í einari deild, sum er komin aftur til USA eftir at hava gjørt tænastu í Afghanistan.