? Eg veit fullvæl, at onnur fara at gera gjøldur burtur úr avgerð míni at flyta allar fangarnar burtur av deyðagongini, og at fleiri fara at finnast at mær. Men sjálvur eri eg sannførdur um, at eg fari at sova betur um næturnar eftir avgerðina, segði guvernørurin í amerikanska statinum Illinois, George Ryan, aftan á ta søguligu avgerðina leygardagin.
Ryan fór frá sum guvernørur í gjár, og eygleiðarar eru á einum máli um, at avgerð hansara leygardagin fer at elva til nógv orðaskifti í øllum USA. Fríggjadagin lat hann fýra svartar fangar leysar. Teir høvdu tá sitið tólv ár og bíðað eftir at verða avrættaðir, men tað vísti seg, at teir vóru ósekir. Dagin eftir fingu so allir hinir deyðadømdu boð um, at teir verða ikki tiknir av døgum.
Teir fýra, sum vórðu latnir leysir fríggjadagin, høvdu játtað seg sekar, sjálvt um teir vóru ósekir. Tað vísti seg, at teir høvdu verið so illa bukaðir undir avhoyringunum, at teir noyddust at játta seg ekar. Løgreglumaðurin, sum stóð á odda fyri avhoyringunum, fekk seinni sekkin.
Tilvildarlig revsing
Fyri trimum árum síðani setti George Ryan deyðarevsing úr gildi í Illinois, eftir at fleiri frágreiðingar høvdu avdúkað, at ósekir fangar høvdu fingið deyðadóm. Deyðarevsing kom í gildi í Illinois í 1977, og síðani eru tólv fangar tiknir av døgum, meðan trettan deyðadømdir eru vorðnir fríkendir seinni.
George Ryan hevur alla tíðina verið ímóti deyðarevsing. Hann sigur, at deyðarevsing er tilvildarlig og harafturat rasistisk, og hendan revsing hevur heldur einki við rættvísi at gera, sigur tann fráfarni guvernørurin. Í hesum sambandi vísir hann á, at í fjør vóru umleið 1.000 morð í Illinois, men bara tvey prosent av drápsmonnunum eru dømdir til deyða. Hvat við hinum 98 prosentunum, spyr Ryan og sigur, at hetta vísir, hvussu tilvildarlig deyðarevsingin er.
George Ryan er konservativur republikanari, men í spurninginum um deyðarevsing hevur hann eina aðra áskoðan enn flestu floksfelagarnir. Eftirmaður hansara í guvernørstarvinum, demokraturin Rod Blagojevich, hevur eisini sagt sína hugsan um deyðarevsing, men hann hevur ikki somu áskoðan sum undanmaðurin.
? Eg haldi ikki, at tað er rætt at skera alt yvir ein kamb og at broyta allar deyðadómarnar. Hetta eru hóast alt drápsmenn, sum vit tosa um, sigur maðurin, sum í gjár tók við sum guvernørur.
Færri deyðadómar
Løgfrøðingar í USA vænta ikki, at aðrir statir fara at gera sum Illinois. Í hvussu er kunnu vit ikki vænta, at teir fara at taka eina so víðfevnda avgerð sum George Ryan. Men tann fráfarni guvernørurin setti seg væl inn í viðurskiftini, áðrenn hann tók avgerðina. Hann kannaði fyrst viðurskiftini hjá hvørjum einasta av teimum deyðadømdu, eins og hann kannaði málini hjá teimum, sum fingu deyðadóm, men sum seinni vórðu fríkendir.
? Eg havi tosað við skyldfólk hjá drápsmonnunum og teimum myrdu seinastu árini, og eg eri komin til ta niðurstøðu, at hetta hevur einki við rættvísi at gera. Talan er heldur um hevnd, har kravt verður, at eitt mist lív skal bøtast við einum øðrum lívi, sigur George Ryan.
Amerikanskir eygleiðarar siga, at talið á brotsmonnum, sum fáa deyðadóm, er minkað í USA hetta seinasta árið, og at avgerðin hjá George Ryan uttan iva fer at stuðla upp undir hesa gongdina. Fyri einum ári síðani sótu 3.600 amerikanskir fangar og bíðaðu eftir at verða avrættaðir, men í seinastuni er talið á deyðadómum minkað.
Í fjør vórðu 71 deyðadómar fullførdir í USA, og deyðarevsing er framvegis galdandi í 38 statum. Nógv teir flestu deyðadómarnir verða kortini fullførdir í teimum báðum statunum Texas og Oklahoma. 66 av teimum 71 avrættingunum í fjør vóru í hesum báðum statunum.