Amerikanskur Fiat

Fiat eru komnir við fyrsta sonevnda Itali-amerikanara í Evropa. Talan er um ein Chrysler við Fiat logo.

Fiat er størsti partaeigari í nýggja felagnum Chrysler Group LLC, og er Fiat Freemont, sum í USA eitur Chrysler Journey, fyrsti Chrysler við Fiat logo. Fiat Freemont er stórur bilur, hann er næstan fimm metrar langur og fæst við bæði bensin- og dieslmotorum.


Um prísurin verður kappingarførur, kemur bilurin á danska marknaðin í 2012, sigur Steffen Holm, tíðindastjóri hjá Fiat Danmark.