Donald Trump, forseti, hevur nú hótt við at leggja nýggjan toll á franskt vín, ið verður innflutt til USA.
Hóttanin kemur sum svar upp á fronsku ætlanirnar at skatta stórar altjóða fyritøkur, so sum Google, Amazon og Facebook.
Á tíðindafundi í Hvítu Húsunum gjørdi Trump eisini greitt, at honum dámar betri amerikanskt vín enn franskt vín - hetta hóast hann er avhaldsmaður.
- Mær hevur altíð dámað amerikanskt vín betri enn franskt vín, hóast eg ikki drekki vín. Mær dámar bara útsjóndina betri. Amerikanskt vín er frálíkt.
Trump segði, at hann hevur ávarað fronsku stjórnina ímóti at skatta altjóða fyritøkurnar, tí at amerikanar skulu sjálvir skatta tær, men at hann nú var noyddur at løna teimum tað aftur, um amerikansku ynskini ikki vórðu tikin í álvara.
- Vit skatta okkara fyritøkur, tey skulu ikki skatta okkara fyritøkur. Eg segði við tey: "Ikki gera tað. Gera tit tað, so tolli eg tykkara vín", segði Donal Trump.
Franski landbúnaðarráðharrin, Didier Guillaume, helt lítið um útmeldingina hjá Donald Trump, sum hann kallaði "absurd"
- Amerikanst vín er ikki betri enn franskt vín, segði hann.