Dreingirnir hava verið burturstaddir í ein mánaða. Fyrst framførdu teir á Eurosonic í Hollandi, og síðani fóru teir í studio beint uttanfyri London í tríggjar vikur.
- Tað hevur verið ordiliga feitt, sigur forsangarin Pætur Zachariasson.
- Eurosonic gekk væl. Sikkurt okkara besta framførsla nakrantíð. Vit fingu eisini skítfult av tilboðum um sáttmálar frá fólki í tónleikavinnuni aftaná. Men vit blanda okkum ikki uppí á tí frontinum. Akkurát nú fokusera vit sum bólkur mest uppá at fáa fløguna lidna.
Tað er managearin hjá bólkinum, íslendski Gísli Thor, sum er í samband við plátufeløg í Onglandi, Danmark og Íslandi og roynir at finna tað besta til teir. Tað, ið gevur ein sáttmála, sum er í trá við innanhýsis ynskini hjá bólkinum um m.a tónleik, tekstir, image, hvar teir spæla osfr.
Ljóðføri við samleika
Á fløguni eru 12 løg, ið øll eru skrivað seinasta árið. Pætur heldur, at løgini veruliga eru komin til sín rætt á fløguni, og at tað m.a er tí, at teir hava brúkt nógva tíð uppá at geva øllum ljóðførunum hvør sín samleika.
- Framleiðarin, Ken Thomas, er tann mest óperfektionistiski persóninurin nakrantíð. Og tað er so ræðuliga feitt, tí hann hevur givið fløguni eitt lekkurt, rátt live-ljóð. T.d bleiv eitt lag ikki sungið umaftur, um eg sang eitt sindur falskt, men heldur tá eg ikki var ordiliga í løtuni, greiðir Pætur frá.
Rátt og giggut
- Tónleikurin hjá okkum er ráður rokkur við einum greiðum bygnaði. Ljóðmessiga er fløgan inspirerað av tí gamla, amerikanska, men hon er framleidd í einum enskum høpi, ið er meira óperfekt í mun til tað amerikanska. Hetta tilsamans við nógvum føroyskum í ger heildina deiliga gigguta. Okkurt er ein total joke. Also, vit taka tað seriøst, tá vit eru í studio, men kunnu ikki lata vera við at flenna, tá vit hoyra tað, tí tað er so bygdasligt alíkavæl. Men tað er bara soleiðis, sum vit uppfata tað. Tað verður spennandi at hoyra, hvussu onnur hoyra tónleikin. Tí tað er heilt sikkurt Boys in a Band allan vegin í gjøgnum, bara við meira kanti og rokk'n'roll, sigur Pætur.
Tíðarleysur tónleikur
Eingin dagfesting er ásett til, nær fløgan hjá boysunum kemur út. Tað verður nokk onkuntíð í hesum árinum, men teir hava ongan skund, sigur Pætur.
- Tað eru sjálvar framførslurnar, sum verða modeleraðar alt eftir, hvør tíðin er. Hvør bylgja er hægst í løtuni. Men framførslur og fløga eru hvør sítt univers, og tónleikurin á fløguni, soleiðis sum hann er skrivaður og tikin upp, er tíðarleysur. Løgini eru góð, óansæð nær tey verða givin út, og vit hava gott tol.










