Amerikanska verjumálaráðið Pentagon upplýsir, at flogberin USS Abraham Lincoln fór ígjøgnum Hormuz-sundið inn í Persaflógvan í gjár.
Iran hevur annars hótt við at steingja sundið, um USA sendir fleiri herskip ígjøgnum tað. USA hevur svarað, at tað fer ikki at góðtaka eitt tílíkt iranskt stig, tí Hormuz-sundið hevur alstóran týdning sum oljuflutningsleið.
Verjumálaráðið í Washington sigur, at USS Abraham Lincoln sigldi ótarnað ígjøgnum sundið.
Skipið, sum hevur hevur pláss fyri 80 stríðsflogførum og tyrlum, fylgdist við bretskum og fronskum herskipum ígjøgnum sundið, og endamálið við tí var sambært bretska verjumálaráðnum at vísa, at altjóða samfelagið kennir tað sum sína skyldu at halda Hormuz-sundið opið.