Eitt amerikanskt ferðamannaflogfar trygdarlendi í Keflavík í Íslandi seinnapartin, eftir at okkurt evni var likið út í ferðafólkarúmið umborð. Flogfarið lendi í øllum góðum, og sambært íslendsku fjølmiðlunum fóru læknar umborð at kanna, hvussu ferðafólkunum visti við, og um neyðugt var at flyta nakran á sjúkrahús.
145 fólk vóru í flogfarinum, sum var á veg úr París til Dallas, tá flogskiparinm bað um loyvi at trygdarlenda í Keflavík, tí eitt ella evnið var likið inn í ferðafólkarúmið.
Morgunblaðið skrivar, at trygdarlendingin eydnaðist væl. Felagið American Airlines eigur flogfarið.










