Amerikanskir hernaðarmyndugleikar upplýsa í dag, at amerikanska herflotaskipið, USS Carney, hevur skotið 14 dronur niður.
Sambært myndugleikunum var talan um sveimandi dronur, sum mannleysar hóttu skip á leiðini.
Lagt verður aftrat, at tað var sonevndi Houthi-uppreistrarbólkurin í Jemen, sum enn einaferð stóð aftanfyri álopið.
Amerikansku hernaðarkeldurnar siga, at eingi skip vórðu rakt í álopunum, sum helst hevur verið framt móti skipum í Reyða Havinum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi seinnapartin í dag.