Í USA eru fleiri statir lýstir í undantaksstøðu, nú tann tropiska ódnin Isaac nærkast. Í gjárkvøldið bar ódnin við Florida Keys á suðurendanum á Florida, og teir næstu dagarnar fer hon eystureftir inn í Meksikoflógva og haðani ímóti amerikonsku landssynningsstrondini. Amerikonsku veðurmenninir vænta, at Isaac fer at menna seg, soleiðis at hon verður ein ódn í flokki 2, tá hon fer í land.
Myndugleikarnir í Alabama, Florida, Mississippi og Lousiana hava lýst undantaksstøðu. Í Florida eru umleið 1.000 flogferðir avlýstar, og tað sama fer at gera seg galdandi í hinum statunum.
Oljufeløgini hava fyrireikað seg og hava flutt fólk av nógvum pallum í Meksikoflógva. Isaac órógvar eisini amerikanska forsetavalstríðið, tí republikanski flokkurin hevur útsett ta formligu tilnevningina av Mitt Romney.









