Amerikanskir politikarar

Tveir amerikanskir politikarar royna nú at forða fyri, at Danmark fer at lata Russlandi tann fongslaða kekenska varaforsætisráðharran

Zakajev-málið
Árni Joensen:

Zbigniew Brzezinski, sum var trygdarráðgevi hjá Jimmy Carter, forseta og generalurin Alexander Haig, sum er fyrrverandi amerikanskur uttanríkisráðharri, mæla donsku stjórnini frá at lata russum kekenska varaforsætisráðharran, Akhmed Zakajev.
Zakajev varð fyrradagin varðhaldsfongslaður í Keypmannahavn. Danska løgreglan tók hann mikunáttina, eftir at løgreglan hevði fingið upplýsingar frá russisku myndugleikunum, sum vilja vera við, at maðurin hevði samband við kekensku gíslatøkuna í Moskva. Russar vilja eisini vera við, at Akhmed Zakajev var uppi í yvirgangi í árunum frá 1996 til 1999. Hetta seinna hevur vakt ans, tí síðani 1999 hevur Zakajev verið í Russlandi meiri enn eina ferð, uttan at russisku myndugleikarnir hava tikið hann.
Teir báðir amerikansku politikararnir siga í einum brævi, sum varð handað donsku sendistovuni í Washington, at Akhmed Zakajev er ikki yvirgangsmaður, og at hann hevur avgerandi týdning fyri arbeiðið at fáa frið í Kekenia. Í brævinum siga teir eisini, at verður Zakajev flýggjaður Russlandi, kann vandi verða fyri, at allir kekenar, sum koma til Danmarkar, verða latnir Russlandi, bert tí russar siga teir vera yvirgangsmenn.
Teir báðir amerikansku politikararnir eru ikki teir einastu, sum royna at ávirka danska løgmálaráðið. Kenda enska filmskvinnan Vanessa Redgrave, sum leingi hevur verið virkin innan arbeiði fyri betri mannarættindum ymsastaðni, kom fyrradagin til Keypmannahavnar. Hon sigur seg vera sannførda um, at Akhmed Zakajev er ikki yvirgangsmaður.