Amerikanskir pengar fara til Taliban

Amerikanskar fyritøkur, sum flyta útgerð fyri amerikanska herin í Afghanistan, rinda nógvar pengar, fyri at lastbilarnir kunnu sleppa undan álopum, og í nógvum førum enda pengarnir hjá Taliban.

Tað stendur í einari frágreiðing, sum amerikanska Kongressin hevur fingið.

Í frágreiðingini stendur, at afghanskar fyritøkur, sum bjóða sær til at verja amerikonsku lastbilarnar, fáa umleið 25 milliónir krónur afturfyri um vikuna. Ein part av pengunum fær Taliban aftur fyri at lata lastbilarnar fáa frið.

Tað hevur vakt ans í Washington, at tvey systkinabørn hjá Hamid Karzai, forseta eiga tvær av fyritøkunum, at verja amerikonsku lastbilarnar og lata Taliban pengar fyri at fáa frið.

Frágreiðingin hjá Kongressini er skrivað út frá upplýsingum frá herinum sjálvum.