Átta amerikanarar hava fingið læknaútbúgving í Kuba. Útbúgvingin var ókeypis. Hetta er fyrstu ferð, at amerikanskir studentar hava lokið útbúgving á einum lærdum háskúla í Kuba.
Tey átta, seks menn og tvær kvinnur, eru úr ymsum minnilutum í USA, og tey tóku av einum tilboði frá kubanska forsetanum, Fidel Castro, tá hann í 2001 gav amerikonskum studentum tilboð um ókeypis útbúgving í Kuba.
CNN sigur, at í USA hevði sama útbúgving kostað teimum átta umleið eina mió. krónur í part.