So er aftur farið at minka í amerikanska ríkiskassanum, og støðan er so mikið álvarssom, at semjast politikararnir í Kongressini ikki um eina semju, verða eingir pengar eftir í kassanum í næstu viku.
Í seinasta lagi tann 1. oktober skal Kongressin samtykkja eina fyribilsfíggjarlóg, sum skal galda til hálvan november. Men verður lógin ikki samtykt, verða eingir pengar at rinda almenna starvsfólkinum løn við, og fleiri almennar tænastur steðga.
Ein partur av ósemjuni millum demokratarnar og republikanararnar nú snýr seg um at játta pengar til øki, sum eru rakt av náttúruvanlukkum. Tað hava verið óvanliga nógvir tropiskir stormar í USA í ár umframt vatnflóð og skógareldar, sum hava kostað tí almenna vanlukkustovninum FEMA so nógvar pengar, at hann hevur ikki ráð at rinda starvsfólkinum løn, fær hann ikki størri játtan. Demokratarnir siga, at tað er neyðugt at játta sjey milliardir dollarar til vanlukkuhjálp, men republikanararnir vilja bara játta helvtina.