Amerikanski miðbankin hevur eftir rentufund í dag hækkað rentuna við einum hálvum prosentstigi.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Hækkingin merkir, at rentan hækkar til 4,25 -4,50 prosent – tað hægsta støði síðani 2007.
Miðbankin sigur, at ein framhaldandi rentuhækking er neyðug fyri at berja niður inflatiónina í amerikanska búskapinum. Samstundis verður forsøgnini fyri búskapargongdina í 2023 niðurjusterað.
/ritzau/AFP











