Amerikanski Michael Blomkvist

Daniel Craig, sum serliga er kendur sum Bond, James Bond, hevur fingið leiklutin sum Michael Blomkvist í amerikonsku filmatiseringini av ?Mænd der hader kvinder?. Bæði bøkurnar og svensku filmarnir vóru brakandi suksé´ir, og nú skulu filmarnir gerast í amerikonskum útgávum.

 

Tað verður Daniel Craig, sum skal spæla kvinnuglaði journalisturin Michael Blomkvist, og tað sigst, at hann eisini skal spæla ?Lufkastellet, der blev sprængt? og ?Pigen, der legede med ilden?.

 

Leikstjóri verður kendi David Fincher, sum millum annað hevur leikstjórnað filmunum ?Seven? og ?Fight Club?.