Amerikanski herurin strongdur

Hersetingin í Irak og bardagin ímóti altjóða yvirgangi seta amerikanska herinum størri krøv, enn gott er. USA hevur ov fáar hermenn til at varðveita sítt verandi hernaðarliga virksemi

Amerikanski herurin er ov lítil til tað virksemi, sum honum er álagt.
So greið eru boðini frá fyrrverandi generalinum Barry McCaffrey, sum í dag starvast sum professari á kenda hernaðarskúlanum West Point. Í einari grein í blaðnum Wall Street Journal skrivar generalurin, at 368.000 av teimum 491.000 hermonnunum, sum eru í tænastu hjá amerikanska herinum, eru í løtuni bundnir av uppgáv-um í 120 ymsum londum.
Generalurin er ikki tann einasti, sum heldur, at politikararnir leggja alt ov stórt trýst á herin. Ein annar generalur, Peter Schoomaker, sigur, at amerikanski herurin er alt ov lítil til tað virksemið, sum hann er settur at gera.
Granskarin Michael O'Hamlon, sum situr í trygdarnevndini hjá Brookingstovninum, segði í einari hoyring í kongressini, at USA noyðist at hava millum 125.000 og 150.000 hermenn í Irak í meiri enn eitt ár afturat og millum 50.000 og 75.000 hermenn tey næstu árini. Hann helt, at hetta er tvær ferðir meiri, enn herurin tolir.
? Halda vit fram á hendan hátt, er veruligur vandi fyri, at herurin fer í upploysn, og at hann kann tapa eitt kríggj, segði Michael O'Hamlon í kongressini.