Amerikanskar dreingjareyvir

Rættiliga seinkað komu All Star United á pallin fríggjakvøldið. Teir vístu seg at vera sera vælegnaðir undirhaldarar. Tónleikaliga var góðskan kanska ikki í topp, men upplivilsið var sera gott. Teir spældu býtt og fingu láturin at runga millum áhoyrararnar.

All Star United (ASU) vóru eitt av høvuðsnøvnunum á Fjarðafestivalinum. Teir eru í seinastuni vorðnir kendir í USA. Serliga ein sangur kallaður Song of the year er vorðin vælumtóktur. Hann vísti seg eisini at vera nógv tann besti sangurin hjá teimum.
Teir komu á pallin við sjálvsáliti. Teir liva ikki upp ímyndina av nøkrum sunndagsskúla-fittum kristilgum tónleikarum. Teir eru nakrar ektaðar dreingjareyvir, sum dáma væl at spæla býtt og flippa út. Tó hevði forsangarin eisini ein djúpan vitnisburð mitt í framførsluni og eina bøn til endans. ASU vístu seg sostatt frá nógvum ymiskum síðum fríggjakvøldið.
High School rokkur
ASU hava ein stíl, sum minnir um tann amerikanska High-School rokkin. Teir fýra limirnir eru nakrar veruligar dreingjareyvir, sum veruliga duga at undirhalda við øðrum enn tónleiki. Teir spældu hund við hvørjum øðrum, og forsangarin nýtti hvørt høvi til at arga Michael Tait, sum kom á pallin leygardagin. Hann vísti á, at teir báðir kennast væl, og hann segði alt einans til stuttleikar. Áhoyrararnir dámdu væl alt fjasi frá pallinum, hóast teir kanska høvdu trupult við at skilja flata skemtið.
Tempo-fylti rokkurin ger okkurt við teg, og forsangarin dugdi væl at geva lív til sangirnar. Hann spelaði runt á pallinum, og tú gjørdist næstan móður bara við at hyggja at honum. Serliga sangurin Song of the year er fangandi, og tað vóru nógv, sum sungu við til lagið. Tað lagið er eisini nógv tað kendasta hjá teimum. Tað er eitt sovorðið lag, sum tú ikki kanst fáa úr høvdinum aftur, og tú murrar tað alla tíðina.
Hini løgini vóru ikki so góð tónlistarliga, og tí kanst tú siga, at konsertin náddi sítt hæddarpunkt við Song of the year.
Skemtiligir men álvarsamir
Forsangarin syngur ikki framúrskarandi, men hann hevur aðrar sera góðar eginleikar. Í støðum var tað eitt sindur falskt, tá ið teir sungu fleirraddað. Men teir skulu eiga tað, at teir fingu lív í fjøldina, og konsertin var væl eydnað.
Hóast teir at síggja til vóru óseriøsir og skemtiligir, so vístu teir eisini eina meira álvarsama síðu, tá ið teir nýttu møguleikan at vitna um teirra trúgv. Sum heild var tað ein góð konsert, sum rokkaði.
Forsangarin Ian greiddi eftir konsertina Planet.fo frá, at teir hava hugnað sær í Føroyum. Hann hevur ongantíð spælt eina konsert, har ið hann hevur sæð ein flottan foss í bakgrundini, sigur hann flennandi. Teir fóru beinleiðis vestur til Vágar eftir konsertina, tí at teir skuldu flúgva longu leygarmorgunin. Ian segði, at teir longdust heim, tí at nú hava teir verið á konsertferð í Evropa í nógvar vikur.