John McCain er longu farin undir valstríðið við Barrack Obama um forsetaembætið Valstríðið upp undir amerikanska forsetavalið í heyst byrjaði longu í morgun, tá tað varð greitt, at valið fer at standa millum republikanaran John McCain og demokratin Barrack Obama.
Tað var John McCain, sum legði fyri:
-Barrack Obama er ein maður, sum hugtekur fólk, men eg sakni innihald í tí nýggja, sum hann lovar veljarunum, sigur republikanska forsetavalevnið.
John McCain hevur fyrr fýlst á, at Barrack Obama er ov vinarliga sinnaður mótvegis londum sum Norðurkorea og Kuba, og tær atfinningarnar endurtók hann í dag.










