Amerikanska valið byrjað

Um minni enn eitt samdøgur vita vit, hvør verður næsti forseti í USA. Fyribils bendir alt á, at tað verður Barrack Obama Tann 47 ára gamli senatorurin úr Illinois tykist hava bestu møguleikarnar at vinna amerikanska forsetavalið í dag.

Sum siður er, eru tað valstøðini í teimum smáu bygdunum í New Hampshire, sum lata fyrst upp, og har hava fólk longu verið á vali.

Í meiri enn 30 statum hava fólk longu havt høvi at velja, og umleið 24 milliónir fólk hava verið og sett krossin. Tað eru serliga demokratar, sum hava verið og atkvøtt, og tað sama er eisini galdandi fyri tey svørtu.

Roknað verður við, at 130 milliónir amerikanarar fara á val hesaferð, og eina ferð næstu nátt fáa vit so at vita, um tað verður Barrack Obama ella John McCain, sum skal flyta inn í Hvítu Húsini í januar.