Bjargingartænastan: - Vit gera alt vit kunnu

Ein tíma og 45 minuttir eftir, at niðurferðin hjá kavbátinum og teimum fimm fólkunum var byrjað, mistu tey á móðurskipinum, Polar Prince, sambandið við kavbátin.

 

Á tíðindafundi í samband við horvnað ferðavinnukavbátin, sigur flotayvirmaðurin á amerikansku bjargingartænastuni, John Mauger, soleiðis:

 

- Vit gera alt, vit kunnu. 

 

Í fleiri tímar hevur einki samband verið við ferðavinnukavbátin, ið var á veg niður til skipsvrakið á Titanic, sum liggur á 3.800 metra dýpi á Ný Foundlands-leiðini.

 

Fimm fólk eru í kavbátinum, og millum tey saknaðu er eitt nú bretski ævintýrarin og miljarderurin, Hamish Harding.

 

Bjargingartænastan í økinum hevur sett í verk stóra leiting, bæði við flogførum, sum við sonar-útgerð kunnu lurta eftir kavbátum, og kanadiska bjargingartænastan er eisini við í leitingini eftir kavbátinum.

 

##med2##

 

Ein tíma og 45 minuttir eftir, at niðurferðin hjá serbygda kavbátinum og teimum fimm fólkunum var byrjað, mistu tey á móðurskipinum, Polar Prince, sambandið við kavbátin.

 

Serfrøðingar, sum vita um slíkar kavbátar at siga, vísa á, at tað altíð er eitt keðiligt og ófrættakent tekin, tá sambandið við kavbátin soleiðis verður slitið. 

 

Ein slík hending verður eisini ein kapprenning við tíðina. Tá kavbáturin við teimum fimm fólkunum umborð, byrjaði niðurferðina til skipsvrakið seinnapartin sunnudagin, hevði manningin ilt til 96 tímar.

 

Tann tíðin - um einki spyrst burtur úr leitingini teir komandi dagarnar - rennur út einaferð hósdagin í vikuni.  

 

Nógvir av heimsins miðlum hava seinnapartin í dag havt sjóneyku á hendingina við horvna ferðavinnukavbátinum, har ferðafólk vóru á veg niður at síggja vrakið av Titanic við egnum eygum.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Bretski ævintýrarin og miljarderurin, Hamish Harding, er við í ferðavinnukavbátinum.

Titanic sakk umleið 690 kilometrar í ein landsynning úr Ný Foundlandi.