Amerikanska Senatið samtykti í nátt eitt uppskot, sum gevur politikarunum tveir mánaðir afturat til at loysa ósemjuna um fíggjarlógina. Uppskotið, sum Joe Biden, varaforseti (myndin), og republikanski leiðarin, Mitch McConnell, høvdu samráðst seg fram til, varð samtykt við 89 atkvøðum ímóti 9.
Seinni í dag skal Umboðsmannatingið, har republikanararnir hava meirilutan, atkvøða um uppskotið.
Semjan ber millum annað í sær, at fleiri skattahækkingar og almennar skerjingar, sum høvdu komið í gildi, um eingin semja fekst, eru útsettar í tveir mánaðir. Semjan ger, at fólk, sum forvinna meiri enn 400.000 dollara um árið, skulu rinda 39,6 prosent í skatti ímóti 35 prosentum nú. Ein onnur avleiðing er, at arbeiðsloysistryggingin heldur fram sum higartil.
Í semjuni eru eisini sparingar í teimum almennu útreiðslunum, og av teimum skal hervaldið spara helmingin.










