The New York Times veit at siga, at ein amerikansk Apache-tyrla er dottin niður nærindis Hormussundinum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, váttar í morgun, at tyrlumanningin er bjargað og hevur tað gott.
Tíðindastovan NTB skrivar, at tað í løtuni er ógreitt, um tyrlan datt niður av einum tekniskum óhappi - ella, um Iran skeyt tyrluna niður.
Donald Trump sigur, at landsins myndugleikar einaferð í dag fara at koma við einari frágreiðing um hendingina.
Tyrlan, sum datt niður nærindis Hormussundinum, er av sama slagi, sum tyrlan á myndini her omanfyri.











