Amerikansk rakett rakt mál í Russlandi

Herfyri gav amerikanski forsetin Ukraina loyvi til at brúka amerikansk vápn í russiskum øki, men bert í ávísum førum, har ukrainsku herdeildirnar í Kharkiv kenna seg hóttar.

Myndin skal vísa russiska hernaðarútgerð í Belgorod, sum er rakt av amerikanskari Himars-rakett.

Í gjár raktu amerikanskar Himars-rakettir, sum USA hevur latið Ukraina, hernaðarlig mál í Belgorod í Russlandi.

 

Millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi, eru eitt nú Independent og The Telegraph, ið endurgeva russiskar keldur, sum ikki eru navngivnar.

 

Sagt verður, at rakettirnar vórðu skotnar frá Himars-vápnaskipanum og raktu russiskar loftverjuskipanir í Belgorod.

 

Myndir á Telegram skulu vísa russisk hernaðarakfør, sum standa í ljósum loga.

 

- Um upplýsingarnir eru rættir, er hetta fyrstu ferð, at amerikansk vápn eru brúkt til at raka mál inni í Russlandi, vita miðlarnir at siga.

 

Herfyri gav amerikanski forsetin Ukraina loyvi til at brúka amerikansk vápn, sum USA hevur latið Ukraina, móti russiskum øki.

 

Treytin er tó, veit BBC at siga, at hesi vápn bara verða brúkt til at raka russisk mál, sum kunnu hótta ukrainsku deildirnar í næst størsta býi landsins, Kharkiv. 

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, eisini hevur sagt, at kríggið hevur flutt seg, og at umstøðurnar eru broyttar.

 

- Nú kunnu russar ótarnaðir skjóta eftir ukrainskum málum úr Russlandi - uttan at vera í vanda fyri at verða álopnir sjálvir, segði aðalskrivarin.

 

Á hinari síðuni hevur Russland ávarað vesturheimin um "fatalar avleiðingar", um Ukraina nú fer at skjóta eftir málum í Russlandi við vesturlendskari útgerð.

 

 

 

Myndin skal vísa russiska hernaðarútgerð í Belgorod, sum er rakt av amerikanskari Himars-rakett.